25-04-2023
Avgerðarsavn
Ein navnaleys avgerð verður løgd á heimasíðuna, tá avgerð er tikin í málinum. Fleiri avgerðir eru tó ikki at finna á heimasíðuni. Um viðurskiftini gera, at tað ber til at finna fram til, hvønn avgerðin snýr seg, hóast avgerðin er navnaleys, verður avgerðin bert løgd á heimasíðuna, um tann, sum hevur kært, gevur samtykki til tað. Hetta verður gjørt, so eingin skal halda seg aftur at kæra.