Fjølmiðlanevndin viðger kærur um brot á góðan fjølmiðlasið og rættin hjá teimum, ið verða viðgjørd í fjølmiðlunum, at svara aftur.

Trúnaður

Tín kæra verður viðgjørd í trúnaði. Ein navnaleys avgerð verður løgd á heimasíðuna, tá málið er liðugt viðgjørt.

Viðurskiftini í Føroyum gera ofta, at tað ber til at finna fram til, hvønn avgerðin snýr seg, hóast avgerðin er navnaleys. Eingin skal halda seg aftur at kæra av hesi orsøk. Avgerðin í tínum máli verður bert løgd á heimasíðuna, um tú gevur samtykki til tað.