Fjølmiðlanevndin viðger kærur um brot á góðan fjølmiðlasið og rættin hjá teimum, ið verða viðgjørd í fjølmiðlunum, at svara aftur.

Hvussu kærir tú?

Kæra til Fjølmiðlanevndina skal sum meginregla vera skrivlig.

Kærur til nevndina skulu sendast til:

Fjølmiðlanevndin
Gongin 7
100 Tórshavn

ella við telduposti til: fmn@fjolmidlanevndin.fo

Kærufreistin er vanliga 4 vikur eftir, at fjølmiðilin hevur almannakunngjørt upplýsingarnar, ið tú ynskir at kæra um.

Er talan um kæru um brot framt av Kringvarpi Føroya, skal kærast beinleiðis til Kringvarp Føroya innan 4 vikur eftir, at upplýsingarnar eru almannakunngjørdar.

Avgerðin hjá Kringvarp Føroya kann síðani kærast víðari til Fjølmiðlanevndina innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur móttikið avgerðina.

Sama er galdandi fyri aðra kringvarpsstøð við sendiloyvi sbrt. Kringsvarpslógini.

Eru spurningar ella ivamál um møguleikan at kæra, er tú vælkomin at venda tær til Fjølmiðlanevndina.