Fjølmiðlanevndin viðger kærur um brot á góðan fjølmiðlasið og rættin hjá teimum, ið verða viðgjørd í fjølmiðlunum, at svara aftur.
18-07-2016

A kærir um grein í vikublaðnum 9. mai 2016, sum er skrivað av DD. Greinin er um hana og er grundað á eina framløgu, sum hon hevur havt á eini ráðstevnu hjá KRIS 28. apríl 2016 í Norðurlandahúsinum.

A kærir um grein í vikublaðnum 9. mai 2016, sum er skrivað av DD. Greinin er um hana og er grundað á eina framløgu, sum hon hevur havt á eini ráðstevnu hjá KRIS 28. apríl 2016 í Norðurlandahúsinum.

Samanumtikið viðmerkir nevndin, at talan er um eina almenna ráðstevnu, sum Vikublaðið kann endurgeva frá, uttan loyvi og kunning til tey, sum hava framløgur á ráðstevnuni.

Tá talan er um eitt viðkvæmt evni, átti Vikublaðið tó at verið meira vandið í mun til innihaldið í greinini og átti at eftirkanna, um upplýsingarnar vóru rættar. Vísast kann ikki beinleiðis til eina áseting í leiðreglunum, men tað er grundleggjandi fyri fjølmiðlayrkið, at upplýsingar, som vera bornar, skulu vera sannar. Tá Vikublaðið hevur bjóðað kæraranum eina samrøðu, so upplýsingarnar kunnu rættast, vil nevndin tó ikki finnast at hesum viðurskifti.

Eisini átti Vikublaðið at gjørt vart við, at framløgan var um eitt brotsmál, og at ongin er ákærdur ella dømdur í hesum máli. Nevndin finst at hesum, og er hetta ikki í tráð við góðan fjølmiðlasið. Vísast kann til punkt 4.5 í leiðreglunum.

Annars hevur nevndin ongar viðmerkingar til málið.

Tú kann lesa avgerðina her