25-04-2023
Trúnaður og avgerðir á heimasíðuni
Kærur til Fjølmiðlanevndina verða viðgjørdar í trúnaði. Ein navnaleys avgerð verður løgd á heimasíðuna, tá málið er liðugt viðgjørt.
Um viðurskiftini gera, at tað ber til at finna fram til, hvønn avgerðin snýr seg, hóast avgerðin er navnaleys, verður avgerðin bert løgd á heimasíðuna, um tann, sum hevur kært, gevur samtykki til tað.
Tí eru fleiri avgerðir ikki at finna á heimasíðuni. Hetta verður gjørt, so eingin skal halda seg aftur at kæra.