Fjølmiðlanevndin viðger kærur um brot á góðan fjølmiðlasið og rættin hjá teimum, ið verða viðgjørd í fjølmiðlunum, at svara aftur.
28-11-2016

Eik kærir um grein í Sosialinum 17. juni 2016, sum er skrivað av BH. Kært verður eisini um annað tilfar við tilknýti til greinina.

Eik kærir um grein í Sosialinum 17. juni 2016, sum er skrivað av B.H. Kært verður eisini um annað tilfar við tilknýti til greinina. Nevndin heldur ikki, at grundarlag er fyri at finnast at nøkrum viðurskiftum viðvíkjandi greinunum hjá Sosialinum.
Nevndin viðmerkir tó, at Sosialurin átti at vanda sær betri um orðavalið, og er tað t.d. ikki
hóskandi at brúka orðið skattasnýt, ella reka framundir soleiðis at lesarin fær fatanina av, at talan er um skattasnýt. Miðlarnir hvørki kunnu ella skulu taka støðu til rættin hjá EIK til frádráttin, ella um EIK tilvitað hevur tikið frádráttin av órøttum, áðrenn hetta veruliga er staðfest, men grundarlag er hjá miðlunum at seta spurnartekin við hetta. Víst verður til prinsippið um, at ongin er sekur áðrenn hann er dømdur, som framgongur av leiðreglu 4.5.
Tann støða, sum leiðregla 4.5 beinleiðis fevnir um, er tó ikki relevant í hesum máli.Sosialurin letur tó generelt skuldarspurningin standa opnan, og tað bøtir um støðuna.

Vísandi til omanfyri standandi metir nevndin, at grundarlag ikki er fyri at geva
Sosialinum átalu viðvíkjandi greinini ”Her haltar argumentatiónin” tann 17. juni 2016,
ella greinunum áðrenn hetta
.

Tú kann lesa avgerðina her