Fjølmiðlanevndin viðger kærur um brot á góðan fjølmiðlasið og rættin hjá teimum, ið verða viðgjørd í fjølmiðlunum, at svara aftur.
12-03-2015

Alment Kringvarp, journalistikkur ella karaktermorð”, sending frá 4. juni 2014 hjá Óla Breckmann á Rás2. Málburðurin hjá vertinum í sendingini er ikki í tráð við góðan fjølmiðlasið.

Kringvarp Føroya (KvF) hevur kært sending frá 4. juni 2014 hjá Óla Breckmann á Rás2.

Í tí kærdu sendingini verður KvF viðgjørt, herundir teirra leiklutur sum alment Kringvarp, og teirra viðgerð av ávísum málum, serliga tollmálinum viðvíkjandi Jørgen Niclasen.

Fjølmiðlanevndin metir, at hóast tað er møguligt at gera viðmerkingar til fleiri viðurskifti í kærdu sendingini vísandi til leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið, er ikki grundarlag fyri at finnast at hesum viðurskiftum. Trupulleikin í sendingini er í høvuðsheitum málburðurin hjá vertinum í sendingini.
Málburðurin er ikki er í tráð við góðan fjølmiðlasið, og vísast kann til pkt. 3.8 og pkt. 4.1 í leiðreglunum. Nevndin hevur ikki fleiri viðmerkingar til sendingina, ella til tær viðmerkingar, sum eru førdar fram av Kringvarpinum
.

Tú kann lesa avgerðina her